Jólaborðhald í Spaniastovu

30. november og 14. desember kl. 18:30

Spaniastova bjóðar nú inn til hugnaligt jólaborðhald fyri virkir, stovnar, handlar bindiklubbar pør og einstaklingar, sum ynskaj at koma í jólahýr. Tann 30. november og 14. desember verða 180 ára gomlu hølini karmurin um tiltøkini, har vit hittast til góðan mat og drekka, undirhald og tónleik. Borðhaldi byrjar kl. 18:30 og heldur fram til kl. 01:00.

Matarlepin fyri kvøldið:

Forrættur
Rækjubland og hvítvín

Høvuðsrættur
Lambasteik og rullusteik við reyðvíni

Omaná
Risalamande við kirsiberjasós, kaffi við Cognac ella Baileys

Undirhald:
Tað verða Jónleif Johannesen, Rudolf Joensen og Rani Nolsøe, sum leiða borðhaldini við undirhaldi og felagssangi.

Aftaná spælir Rani Nolsøe Band tann besta føroyska Dansitónleikin.

Kostnaðurin er kr. 950,- avmarkað atgongd.

Íroknað prísin er ein durasnapsur, Føroya Bjór ølsmakking og annars at tað stuttliga og óvææntaða, sum kann henda eit slíkt kvøld. Eru spurningar, ring 285137.

Leikbarrin er opin alt kvøldið.

 

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

X