apríl, 2019

12apr21:0023:00Blátt GrasFólkakæri bólkurin við eyðkenda “bluegrass” stílinum

more

Upplýsingar um tiltak

Blátt Gras er ein tónleikabólkur, sum hevur verið nógv at hoyrt í føroysku útvarpsrásunum við løgum
sum “We are travelling”, “Sangur” til sonin og “Tokið”.

Í 2015 vann lagið “There is room at the table” FMA tónleikavirðisløn sum Ársins sangur innan fólka-,
country- og blues tónleik.

Eyðkendi stílurin hjá bólkinum er ávirkaður at “bluegrass”, sum er tónleikur, íð upprunaliga kemur úr
amerikansku suðurstatunum. Serliga er tað akkustiska ljóðmyndin og harmoni’irnar við fleiri røddum.
Teirra framførslur eru ofta lættar og merktar av spæligleði.

Bólkurin hevur givið tvær fløgur út. Fyrra kom út á heysti 2014 og kallast “Ávegis”. Hin seinna kom út
á heysti 2018 og kallast “Framvegis”.

Teir, íð manna bólkin Blátt Gras eru Ragnar Joensen, Johan Mikkelsen, Terji Johannesen, Jarnhold
Nattestad og Richard Johansen. Teir skriva sjálvir øll løgini og allar tekstirnar.

Klokkan

(Fríggjadagur) 21:00 - 23:00

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

X