februar, 2019

08feb20:00Dawda Jobarteh & Kári SverrissonDupultkonsertin er partur av PULS konsertunum í 8.-10.februar

more

Upplýsingar um tiltak

Dupultkonsert við gambiska koraúrmælinginum Dawda Jobarteh og Kára Sverrissyni við bólki verður í Spaniastovu 8.februar .

Dawda Jobarteh
Dawda Jobarteh er føddur inn í eina tað mest viðurkendu tónleikafamiljuna í Vestafrikansku mandinka-mentanini. Han tekur siðbundnu tónlistalæruna frá uppvøkstri sínum í Gambia og við sínum framúrskarandi Kora spæli í sentrum, skapar hann eina intensiva nútíðarhóskandi hugsjón av einum tónleikaslagi, sum hevur verið til í øldir.

Dawda byrjaði at spæla slagverk, meðan hann vaks upp í Gamba í eini familju, sum var full av tónleikarum. Tað var ikki fyrr enn hann kom til Danmarkar sum vaksin, at hann byrjaði at spæla kora.
“Har heima spæla øll kora, og so elski eg jú slagverk. Eg slapp at læna ein kora frá einum lærara og visti rættiliga væl, hvussu tað skuldi ljóða”.

Dawda bleiv verandi í Danmark og hevur nú sín egna bólk. Tey hava givið tríggjar útgávur út og tann fyrra “Northern light and Gambian night” varð í 2011 vald av blaðnum Songlines at vera millum 10 bestu útgávurnar tað árið.
Dawda Jobarteh vitjar í Føroyum saman við slagverksspælaranum Salieu Dibba, og saman spæla teir eina samanrenning av siðbundnum gambiskum tónleiki, norðurlendskum fólkatónleiki og jazzi.

Kári Sverrisson & Enekk
Kári Severrisson og bólkurin Enekk, gjørdi vart við seg á fyrsta sinni í 1991. Bólkurin gav fýra fløgur út í árunum 1993-2004. Tað verða sangir av hesum fløgum og eisini nýggjari tilfar, ið Kári Sverrisson hevur latið úr hondum í seinastuni, ið verður at hoyra á trimum konsertum í Føroyum.
Í mai mánaði gongur leiðin hjá Enekk til Svøríkis og Danmarkar, har bólkurin spælir í Malmø og Ålborg. Teir, ið manna bólkin, eru Kári Sverrisson, sang og gittar, Agnar Lamhauge, bass, og Óli Olsen, klaver og harmoniku.

Dupultkonsertin er partur av PULS konsertunum í 8.-10.februar í ávikavist Spaniastovu, Listastovan og NLH.

Klokkan

(Fríggjadagur) 20:00

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

X