juni, 2019

14jun21:0022:30Edith og Allan við fangandi poppi

more

Upplýsingar um tiltak

Konsert við Edith Dahl Jakobsen og Allan Tausen verður í Spaniastovu fríggjakvøldið 14.juni kl 21.

Edith og Allan spæla egin løg, sum eru skrivað við íblástri úr náttúruni eins og frá fólki og hendingum kring tey. Stílurin er tvíraddaður, fangandi poppur, ið ber brá av singer/songwriter sjangruni.

Edith Dahl Jakobsen hevur framført nógv alment hetta síðsta árið, og hevur hon eisini útgivið stakløgini Let The Ship Come In og Remedy
Herfyri var hon tilnevnd sum “Ársins sangari 2018” til FMA.

Allan Tausen gav í 2013 út sína fyrstu fløgu Unkvown. Hon fekk góð ummælð og var nógv at hoyra í útvarpsrásunum. Helst kenna tey flestu Allan frá bólkinum Marius. Til FMA 2018 vunnu teir heiðurslønina “Ársins útgáva” fyri plátuna Portur.
Allan hevur eisini framført saman við Eivør, Lindu Andrews og fleiri.

Klokkan

(Fríggjadagur) 21:00 - 22:30

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

X