februar, 2019

06feb19:0021:00Ein grøn framtíð uttan dálking er møgulig, um vit handla nú!Tí bjóðar Spaniastova til almennan fund um eina grøna framtíð uttan dálking og hvussu tey fyrstu fetini kunnu takast.

more

Upplýsingar um tiltak

Tí bjóðar Spaniastova til almennan fund um eina grøna framtíð uttan dálking og hvussu tey fyrstu fetini kunnu takast.

Fundurin verður mikukvøldið tann 6. februar kl. 19 til 21.

Magni Arge, fólkatingsmaður, fer at greiða frá um tey 17 heimsmálini hjá Sameindu Tjóða og hví tað er alneyðugt at taka tey í størsta álvara nú!

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og løgtingslimur, greiðir frá um eitt nýtt grønt gjøgnumbrot í Klaksvíkar kommunu.

Luis Pettecer frá Mikkeller og Urban Gardening fara at greiða frá, hvussu eitt samstarv við Mikkeller førdi til eina grøna verkætlan á Fróðskaparsetri Føroya, sum fekk hægsta próvmet.

Áhugaði kunnu fáa ráðgeving frá limunum í bólkinum um hvussu ein kemur í gongd við sínum egna vakstrarhúsi heima við hús.

Huldukvinnan Urðun fer at framføra yrkingina ‘Seinasta árstíðin’ eftir Marjun Kjelnes.

Live tónleikur verður framførdur til høvið.

Kvøldið endar við at Annika Steintórsdóttir og Gunnhild Dahl greiða frá tiltøkum, sum Klaksvíkar kommuna fer at seta í verk í samband við umhvørvisvikuna.

Fundurin byrjar kl. 19:00 og endar kl. 21:00.

Tiltakið er ókeypis

Klokkan

(Mikudagur) 19:00 - 21:00

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

X