desember, 2020

15dec20:00Tiltak avlýstFøroysk guitarduo útgávukonsertv/Ragnar Olsen og Bo Isholm

more

Upplýsingar um tiltak

Ragnar Olsen og Bo Isholm, sum mynda Stauffer Guitar Duo, hava júst útgivið fløguna 19th Century Italian Music for two Guitars. Týskvøldið 15.des. kl 20 spæla teir nýggja tónleikin í Spaniastovu. Tá verður eisini møguleiki at ogna sær fløguna fyri serprís.

Ragnar Olsen og Bo Isholm hava spælt saman síðan 2014, og sigast kann, at hendan fløgan endurspeglar fruktirnar, hetta góða samstarvið hevur kastað av sær.

Stauffer Guitar Duo spæla klassiskan tónleik frá 1800-talinum á nútímans ljóðføri eftirgjørd ljóðførunum tá á døgum.

Gleð teg til eina góða uppliving við vælljóðandi tónleiki, og har fleiri av verkunum nú eru spæld inn fyri fyrstu ferð.
Atg.m. á kr 100 kunnu keypast í Leikalund frá kl 1930. Korona tilmælini vera fylgd.

Klokkan

(Týsdagur) 20:00

X