apríl, 2019

05apr21:0022:15JASMIN í SpaniastovuÁrsins kvinnuligi sangari í flokkinum Popp / Rokk

more

Upplýsingar um tiltak

JASMIN kemur at framføra í Spaniastovu fríggjakvøldið 22.mars.

JASMIN er eitt tað mest spennandi unga navnið á føroyska tónleikapallinum, songkvinnan við heitu og stóru røddini. Tey eru akkurát nomineraði til FMA.

Jasmin Mote hevur í fleiri ár verið frammi sum ein av okkara dugnaligastu ungu sangarum.

Ummælararnir í Kvørnini hava eisini kalla JASMIN fyri nýggja føroyska stjørnuskotið.

Síðan síðsta ár eru fleiri løg komin út við JASMIN, og tey gerast alsamt betri og betri umtókt. Tónleikurin er egin livandi og vælsvingandi alternativur poppur, ið fer beint í kroppin. Løgini ’’Baby Blue’’, ’’Make Sense’’ og nú eisini ’’Remember’’ eru tráspæld í útvarpinum og vísa at tey eru komin sera langt og teljast nú ímillum bestu føroysku tónleikaupplivingar.

Tað er tí við spenningi at vit bjóða JASMIN á pallin og ivast ikki í at Spaniastova fer at svinga til teirra tónar.

Bólkurin er mannaður við Jamsin Mode, sang, Vinjar Egilsnes Petersen, synthar, Bergur Fonsdal Johannesen, bass+samplara,Harald Fonsdal Johannesen, trummir+trummipad.

Klokkan

(Fríggjadagur) 21:00 - 22:15

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

X