Spaniastova
Bygningurin er gjørdur í trimum umførum. Fyrsti partur, tann norðasti, varð bygdur í 1837-38 at hýsa úthandlinum hjá Kongaliga Einahandlinum: Etablissement Klaksvig. Hølið varð býtt sundur í tvey.” Butikkin” var í niðaru helvt, og goymsla var í ovaru helvt. Navnið Spaniastova er komið í 1920-árunum, tá ið hølini vóru nýtt til goymslu til inn- og útflutningsvørur til og úr Spania. Spaniastova varð sett í stand í 1990 og verður brúkt til nógv ymisk tiltøk, m.a. konsertir, ymisk hátíðarhøld og fundir.


Leikalund
Annar partur, tá kallað Nýggja Pakkhús, varð bygdur í 1847. Hann var brúktur til goymslu til 1883, tá ið “butikkin” varð flutt inn her. Toydeildin var í niðaru helvt , og ísinkram og matvørur vóru í ovaru helvt. Seinni var toydeildin flutt eina hædd upp. Navnið Leikalund er frá ár 2000. Handilin selur føroyskar bøkur, fløgur, plakatir og ymiskt listahandverk hjá føroyskum listafólkum.
Miðstovan
Triðji partur, Handilsgoymslan, varð bygdur í 1896 til goymslu, og so at gamli parturin og Nýggja Pakkhús vórðu samanbygd. Konufólk vaskaðu fisk niðanfyri, og fiskastykkið var omanfyri. Fyri at sleppa frá at bera fiskin allan vegin runt um húsini varð eitt skot gjørt niðaneftir, har sum gólvið í Handilsgoymsluni er lyft upp. Hølið verður brúkt til framsýningar, fundir og smáar konsertir.
